140x140

Útlátshagtøl - eitt týdningarmikið amboð.

Áhaldandi trýstið á heimsins lond um at minka um  CO2 útlátið, ger tað neyðugt at fylgja við, hvussu nógv verður leitt út á hvørjum ári. Tí er eitt av krøvunum í altjóða veðurlagssáttmálanum júst útlátsuppgerðir.


Fyrstu ferð vit í Føroyum gjørdu upp útlátið av vakstrarhúsgassi var í 2001, tá frágreiðingin "Útleiðing av veðurlagsgassi í Føroyum 1990-2001" varð givin út.

Í 2004 vórðu tølini dagførd, og ein dagførd frágreiðing "Útlát av veðurlagsgassi í Føroyum. Uppgerð dagførd fram til 2003"  varð gjørd. Síðani 2007 eru tølini gjørd upp árliga.

Her finnur tú hagtøl, tekst og myndir um føroyska útlátið.

Føroysku tølini fyri útlát av vakstrarhúsgassi verða send til DCE - Nationalt Center for Miljø og Energi, sum vegna danska kongaríkið sendur tølini til International Panel of Climate Change (IPCC).

Á hvørjum ári gera danir eina National Inventory Report (ofta stytt NIR), har gjølla verður greitt frá uppgerðunum. NIR frágreiðingin frá 2017, sum fevnir um uppgerð fyri árini 1990-2015

Fyri tey serliga áhugaðu finnast útlátshagtøl fyri Føroyar her á EIONET, har til ber at síggja høvuðstøl fyri øll ár frá 1990 og frameftir, hvørt árið sær. EIONET er ein ES heimasíða, har til ber at finna útlátstøl og umhvørvisdátur hjá ES limalondum.


Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Útlátshagtøl - eitt týdningarmikið amboð.